Nú ætli eg at syngja fyri tykkum vakurt lag |
|
um góðan mann, ið fallin er nú frá |
|
um mann sum merkti sorgir tó sterkur stóð hvønn dag |
|
spelkin hóast okkurt fattist á. |
|
|
Í sínari kroysu hann búði, ið ei nógvan hita bar |
|
í andvekri um náttina hann lá. |
|
Portvín var hans føði, tað líkamikið var |
|
tað var sum fyri yl í blóð af fá. |
|
|
|
Tit kendu henda mann, tit allir sóu hann |
|
drykkjuskap til fragdar sér hann fann. |
|
|
Við børnini var hann góður, tó onkur ræddist hann |
|
spottaðu hann og gjørdu honum ilt. |
|
Óvitar ei kendu henda mæta mann |
|
mangt er tað ið fólk hava misskilt. |
|
|
|
|
Vit mugu ikki døma menn eftir teirra brá |
|
tó gloyma vit og gera tað so tað sæst. |
|
Orðatakið sigur: Fals býr fríðum skinni á |
|
at vera reinur innan er altíð best. |
|
|
|
|
Nú lagið er at enda um henda mæta svein |
|
sum væl dámdi brennivín og høv. |
|
Hann liggur nú á kistubotni og troyttur hvílir bein |
|
í Vestmannaoyggjum í kirkjugarðargrøv. |
|
|
|